Jógvan Asbjørn Skaale arbeiddi við síni list meira og minnið alt lívið. Men eftir, at hann gavst sum sjónvarpsstjóri, vóru framsýningarnar fleiri og málningarnir nógv fleiri.
Myndamotivini vóru nógv og ymisk, men seinnu árini vóru tað kvinnumyndirnar, ið gjørdust hansara eyðkenni.