Birting í Gallarí Havnará
“Birting” er framsýning við Marionnu Højsted Horsdal í Gallarí Havnará.
Fernisering er 24. oktober kl. 20, og øll eru vælkomin.
Framsýningin er ein mótvág til tað myrka og dapra í tilveruni.
Listakvinnan ynskir í síni list at leggja dent á tað vakra, friðsæla og rúmliga, sum er rundan um okkum allastaðni – í náttúruni, innaní og í samspælinum við hvør annan.
Ljós skal varpast á livandi løtur, sum sleppa at glógva í berum samværi. Íblásturin finnur Marianna í føroysku náttúruni og stóra litspælinum, ið tú sambært henni bert upplivir í tí serliga føroyska ljósinum.
Grønt, blátt og gult eru høvuðslitirnir, ið hon arbeiðir við – ofta saman við kraftigum reyðum tónum.
Litirnir hava ein týðandi lut í hennara listarliga úttrykki, har skapini ofta verða upployst og sett saman aftur í kubistiskt inspirerað mynstur við sansaligari dýpd og huglagi.
Hóast Marianna Højsted Horsdal enn er lutfalsliga nýggj á føroyska listapallinum, hevur hon longu vakt ans. Áhugin fyri málningum hennara er vaksandi, og hon hevur sýnt fram bæði í Føroyum og uttanlands.
Marianna er 31 ára gomul, útbúgvin sálarfrøðingur og hevur málað og teknað frá barnaárum. Men tað er serliga seinastu árini, at hon hevur arbeitt miðvíst við sínum egna listaliga úttrykki. List hevur altíð verið partur av hennara lívi, og abbin Poul Horsdal (1936–1981), sum var listamálari, hevur altíð verið ein av hennara fremstu íblástrarkeldum.
Marianna arbeiðir fyrst og fremst við akrylmáling á lørift, men nýtir eisini vatnlitir, oljukrit og aðrar teknikkir.
Við framsýningini “Birting” bjóðar Marianna okkum inn í ein ljósan og sansaligan heim, har náttúran, livandi verur, friðurin og tað vakra fáa rúmd.
Framsýningin er opin fram til 31. oktober frá kl. 16-18