[Ó]RÓ — Hans Olsen í Gallarí Havnará
Eitt lítið menniskja. Ein stórur bygningur. Mjørki, ljós og eitt landslag, sum kennist bæði kent og fremmant.
Í [Ó]RÓ arbeiðir Hans Olsen við tí, sum liggur millum ró og órógv. Verkini røra seg millum minni og dreym, tað kenda og tað ókenda — og lata okkum sjálvi finna søguna.
Hans Olsen er úr Syðrugøtu og býr í Danmark. Í verkunum renna føroysk minni, norðurlendskt ljós og eitt samtíðar talgilt myndamál saman.
Fernisering 12. september kl. 19.00
Framsýningin er opin 12.–17. september kl. 13–18.
