
Kvinnulist við Havnará
Vit hátíðarhalda altjóða kvinnudagin 8. mars í Gallarí Havnará við seks listakvinnum, ið hvør sær hava egið, listarligt úttrykk.
Tær eru Guðrið Poulsen, Mia Smith, Turið Teitsdóttir, Ranvá Mortensen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Fríða Berg.
Í stíli, aldri og bakgrund eru tær seks ymiskar, men listin er femin og úttykksfull, verið tað seg í tí minimalistiska ella tí sera ekspressiva – og tí sum liggur ímillum.
Listarligi kvinnukampurin verður heiðraður við Havnará týsdagin 8. mars kl. 16. Í sambandi við ferniseringina heldur Annika Dalsgaard vertur á Gentuvesinum røðu og Guðrið Hansdóttir syngur nøkur løg.