Hugfloygd list í Gallaríi Havnará

Beint við har, sum Havnará kavar inn undir valplakatskrýdda býin, bjóðar Gallarí Havnará tykkum til hugfloygda framsýning við feðgunum Eli og Napoleoni Smith hin 8. november. Báðir eru teir sjálvlærdir á listaliga økinum: Eli hevur síðan aldarskiftið málað og skorið brotamyndir burturav við litum beinleiðis úr náttúruni, t.e. friðsælir landslagsmálningar og sterkar brotamyndir, meðan sonurin Napoleon mest hevur teknað og evnað standmyndir, oftast skemtiligt og hugsjónarríkt.
Fernisering verður 8 nov. kl.16.00 og framsýingin er opin fram til 15. nov frá kl 16-18

  • 00

    dagar

  • 00

    tímar

  • 00

    min

  • 00

    sek