Framsýning

List og áartutl
Hósdagin 16. desember letur nýtt gallarí upp í Havn, fyrsta framsýningin er við so navnframum listafólki sum Arnoldi Vegghamar, Eyðuni av Reyni, Astri Luihn og Kára Svensson.
Gallarí Havnará eitur nýggja framsýningarhølið, ið heldur til á niðastu hædd í søguligu húsunum har Tórs Cafeteria húsaðist.
Millum plantasjuna og Sjónleikarhúsið og mitt í áartutlinum er hetta lítla gallaríið ein lítil listarlid perla í Havn. Komandi tíðina fara skiftandi framsýningar at prýða veggirnar á gallarínum.
Framsýningin verður opin frá 16.des. til 22. des frá kl 15.00 til 18.00