Elin Josefina Smith Wolffsen í Gallarí Havnará

Nýggja framsýningin “ejsw UNIKA ejsw” hjá Elini Josefinu Smith Wolffsen hevur fernisering í Gallarí Havnará leygardagin 19. september kl. 16.

Á framsýningini vera myndir, ið Elin hevur arbeitt við seinasta hálv triðja árið. Hetta er hugleiðandi list, ið grevur í evnum innan sálarfrøði, fólkalívsfrøði og heimspeki. Úrslitið er ein hugvekjandi framsýning við mælskari list, ið tú ikki sleppur undan at fyrihalda teg til.

Til ferniseringina, fer Maria Hanusson Joensen, cand. psyk at hugleiða um sálarfrøðiliga súmbolikkin í nýggju myndunum hjá Elini.

Eisini fara Bendar Spónir aftur á pall saman og spæla nøkur løg.

Elin er upprunaliga úr Sandavági, men býr nú í Jútlandi. Hon hevði sína fyrstu sýning í 1985. Hetta var tvey ár áðrenn hon byrjaði á sniðgevingarskúlanum, Margrete Skolen í Keypmannahavn.

Elin hevur altíð verið forvitin og granskandi listakvinna, og hevur gjøgnum skeið, kvøldskúla og listaháskúlar, ment seg innan oljulistamáling, croquise tekning, keramik og grafik.

Elin hevur verið sera virkin í nógv ár, og hevur javnan sýnt fram bæði heima og úti, eitt nú hevði hon eitt heilt rúm á ólavsøkuframsýningini í ár.

Framsýningin er opin hvønn dag 16-18 fram til 30. september,

  • 00

    dagar

  • 00

    tímar

  • 00

    min

  • 00

    sek