Bárður Dal Christiansen við Havnará

Har Bárður Dal Christiansen er, hendur okkurt, soleiðis hevur tað altíð verið og leygardagin kvøldið 21 okt. er Bárður DC í Gallarí Havnará, har hann letur upp eina framsýning við nýggjum listaverkum.

Bárður hevur í ár brotið upp úr nýggjum, og nýggja framsýning er ein víðarimenning av nýggja listarliga úttrykkinum, og kann síggjast sum ein status dagføring á gáttini til eitt nýtt listaár.