Bárður Dal Christiansen við Havnará

Har Bárður Dal Christiansen er, hendur okkurt, soleiðis hevur tað altíð verið og leygardagin 29. kl. 16.00er Bárður DC í Gallarí Havnará, har hann letur upp eina framsýning við nýggjum listaverkum.

Bárður hevur í ár brotið upp úr nýggjum, og nýggja framsýning er ein víðarimenning av nýggja listarliga úttrykkinum, og kann síggjast sum ein status dagføring á gáttini til eitt nýtt listaár.

Fernisering verður leygardagin tann 29. juni kl 16.00