Arnold Vegghamar í Gallarí Havnará

Fríggjadagin tann 22. Mars verður framsýning við málningum hjá Arnoldi Vegghamar í Gallarí Havnará.

Arnold er listamaður av Viðareiði. Hann hevur málað, síðan hann var heilt ungur, og hevur havt nógvar framsýningar bæði úti og heima. Hann verður nú 85 ára gamal, og málningarnir hava ongantíð verið betri umtóktir enn nú.

Listin hjá Arnoldi røkkur eisini út um Føroyar. Og tú finnur eisini listaverkini hjá Arnoldi hjá Frederik krúnprinsi og prinsessu Mary og niðurlendska konsulátinum í Danmark.

Vegghamar fevnir breitt í motivum, og hóast ikonisku fýrakantaðu húsini eru tað, ið flest fólk hugsa um, tá tey hoyra navnið Arnold Vegghamar, so er hann eisini kendur fyri náttúrumyndirnar av Norðoyggjum.

Tá Arnold málar, er tað ikki vanligar nattúralistiskar landslagsmyndir, men heldur surrealistiskar tulkingar, ið lýsa upplivingina og kenslurnar av náttúrini.
Ferinisering verður fríggjadagin 22. mars kl 16.00, øll eru vælkomin. Framsýningin er opin hvønn dag frá kl. 16:00 til 18:00 fram til 30. mars.