Faroe Islands Literature Festival í Gallarí Havnará
Ritsalonin hendan mánaðin verður í Gallarí Havnará fríggjakvøldið 28. februar kl. 21.
Í døgunum 26. februar til 1. mars sær ein nýggjur bókmentafestivalur dagsins ljós í Føroyum: Faroe Islands Literature Festival. Í hesum sambandi hevur Rithøvundafelagið í samstarv við festivalin og Gallarí Havnará boðið sjey yrkjarum at lesa upp egnar yrkingar á mánaðarligu ritsalonini.
Yrkjararnir eru:
Johan Jönson (Svøríki)
Marjun Syderbø Kjelnæs
Naja Maria Aidt (Danmark)
Jóanes Nielsen
Nansý Sunadóttir
Trygvi Danielsen
Beinir Bergsson.
Vit gleða okkum at síggja øll, bæði limir í Rithøvundafelagnum og øll onnur til eitt hugnaligt kvøld við Havnará.