Eyðun av Reyni
Fríggjadagin 27. sep kl. 16 letur framsýning við Eyðun av Reyni upp í Gallarí Havnará.
Eyðun er útbúgvin listamaður á kongaliga Kunstakademinum í Keypamannahavn. Eyðun er kendur fyri sínar oljumálningar av koloristiskum lansløgum.
Rútmikkurin í litspælinum er tað berrandi, og temaið er støðugt, bygdin við havið, fjøllini, havið og luftin.
Hetta eru sterkir litir, og týðilig penslastrok, ið abstrahera frá motivinum. Eyðun hevur sýnt fram bæði úti og heima og telist millum bestu føroysku listafólk í sínum ættarliði.
Fernisering verður fríggjadagin 27. sep kl. 16, øll eru vælkomin. Framsýngin er søluframsýning