Bárður Dal Christiansen við Havnará
Har Bárður Dal Christiansen er, hendur okkurt, soleiðis hevur tað altíð verið og leygardagin er Bárður DC í Gallarí Havnará, har hann letur upp eina framsýning við nýggjum listaverkum.
Bárður hevur í ár brotið upp úr nýggjum, og nýggja framsýning er ein víðarimenning av nýggja listarliga úttrykkinum, og kann síggjast sum ein status dagføring á gáttini til eitt nýtt listaár.
Fernisering verður leygardagin tann 21.okt, kl 17.00, og til ferniseringina, singur og spælur Bartal Augustinussen, og okkurt gott verður til góman eisini.