Tróndur Patursson í Gallarí Havnará

Tróndur Patursson man vera ein tann best umtókti og víðagitni føroyski listamaðurin, hann hevur sýnt fram um allan heimin, og serliga er hansara glaslist víðagitin.

 

Tróndur er tó eisini málari, og hansara oljumálningar og prent prýða stovuveggir úti sum heima. Tí eru vit so ómetaliga errin av, at Tróndur hevur valt at sýna sínar málningar fram í Gallarí Havnará.

 

Tróndur hevur gjørt nógv stórverk so sum prýðingina av rundkoyringini í Eysturoyartunlinum, ljósverkið í Norðoyartunlinum, parkeringshúsið við Volmers Plads í Velje, Gøtu kirkja fyri at nevna nøkur fá.

 

Men Tróndur hevur eisini sett síni spor í grannalagið við Gallarí Havnará, har ein standmynd hjá Trónda stendur í ánni beint uttanfyri gallaríið.

 

Fernisering verður fríggjadagin kl 16.00 Framsýningin er opin hvønn dag fram til 16 des. Frá kl 16.00 – 18.00