Helga Djurhuus (f. 1989) er útbúgvin bachelor og kandidat innan visuelt design frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn. Helga arbeiðir serliga við oljumáling og mixed media, og eru hennara málningar abstraktir og ekspressivir.
Í løtuni er tað serliga samtíðar landsløg og heimlongsulin, sum upptaka Helgu. Tað eru tí hesi evni, ið hon arbeiðir við í síni list.
Sambært Helgu er hvørt verk onkursvegna ein løtumynd av hennara kenslum og rørslum. Kenslurnar stýra ofta hvussu hon arbeiðir við løriftinum.
Einki funni.