‘VIT ERU NÆSTAN HAR’

Ein ultra-stutt framsýning.
Bara tríggir dagar.
Tríggir framúr listamenn.
Ein serlig og sjáldsom uppliving.
Kanst tú loyva tær bara at vera heima?
Leygardagin 17. mai kl. 16.00 verður fernisering í Gallarí Havnará.
Vit bjóða tær inn í ein heim av litum, kenslum, romantikki – og eina løtu, tú ikki fært aftur. Drykkir, okkurt at tyggja uppá, góð fólk. Og list. Verulig list av høgari góðsku.
Sunnudagin 18. mai er opið frá 16.00 til 18.00.
Mánadagin 19. mai – síðsti kjansur – endar við Artist Talks. Ein samrøða við listafólkini. Eitt innlit í teirra dreymar, teirra stríð, teirra ferð og teirra list.
Teir tríggir listamenninir eru / Simon Fensholm / Ólavur Sv. T. Thorsteinsson (TRÖDL) / Rólant L. av Reyni /
Hvørjir eru teir?
/ Simon Fensholm (DK) /
Ein meistari í at fanga tað, vit gloyma í gerandisdegnum. Við litum og kenslum smíðar hann brot úr minninum – eitt broyskið samfelag sett saman av smáum, týdningarmiklum løtum.
/ Ólavur Sv. T. Thorsteinsson (FO/DK) / TRÖDL /
Ein droymari. Ein skapari av litføgrum heimum, har náttúra, menniskju og nostalgi sveima saman sum orðaleysar yrkingar.
/ Rólant L. av Reyni (FO) /
Ein dansari við penslinum. Ein tónleikari við litum. Hann flytir teg millum skap og rúm, millum náttúru og sinnið – har lívið sjálvt sveimar.
Gloym alt um fomo og tak ein vin ella tveir við tær. Hetta verður ein av teimum heilt serligu framsýningunum.
Vit síggjast við Havnará.
ENGLISH
“WE ARE ALMOST THERE”
An ultra-short exhibition.
Just three days.
Three outstanding artists.
A special and rare experience.
Can you allow yourself to no go?
Saturday, May 17 at 16:00, fernisage takes place at Gallarí Havnará.
We invite you into a world of colors, emotions, romance – and moments you won’t get back.
Drinks, something to nibble on, and good people. And art. Art of high quality.
Sunday, May 18 Gallarí Havnará is open from 16:00 to 18:00.
Monday, May 19 – the final chance – ends with Artist Talks.
A conversation with the artists. An insight into their dreams, their struggles, their journey, and their art.
The artists
/ Simon Fensholm (DK) /
A master of capturing what we forget in our daily lives. With colors and emotion, he crafts fragments of memory – a fragile society made up of small, meaningful moments.
/ Ólavur Sv. T. Thorsteinsson (FO/DK) / TRÖDL /
A dreamer. A creator of color-rich worlds where nature, people, and nostalgia float together like wordless poems.
/ Rólant L. av Reyni (FO) /
A dancer with the brush. A musician with colors. He moves you between form and space, between nature and the mind – where life itself floats.
Forget all about FOMO, come as you are, bring a friend or two. This will be one of those truly special exhibitions.

  • 00

    dagar

  • 00

    tímar

  • 00

    min

  • 00

    sek